Hjálparpakkin til fólk og fyritøkur
Landsstýrið fer við hjálparpakkanum at hjálpa fólki og fyritøkum og gera tað lættari hjá privatum arbeiðsgevarum at tillaga virksemið til minkaða eftirspurningin.
Í hjálparpakkanum eru fýra ítøkilig átøk, sum hjálpa sjálvstøðugum vinnurekandi, starvsfólki, sum eru sett niður í tíð, og teimum arbeiðsgevarum, sum rinda løn undir sjúku. Somuleiðis verður gjaldførið hjá fyritøkum styrkt.
Á heimasíðuni hjá ALS ber eisini til at lesa meira um hjálparpakkan. Her kanst tú lesa meira um serstøkuna støðuna hjá starvsfólkum, arbeiðsgevarum og sjálvstøðum vinnurekandi, og eisini finnur tú oyðubløð ella leinkju til oyðubløð til ymsu skipanirnar. Les meira her.
Sjálvstøðug vinnurekandi
Stuðul verður veittur øllum sjálvstøðugum vinnurekandi, ið ikki fáa rikið sítt virksemi í sama mun sum fyrr. Treytin er, at viðkomandi er millum 16 og 67 ár og hevur bústað í Føroyum, og hevur teknað sjálvbodna trygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi. Fólk, sum tekna trygging, hava eisini rætt til útgjald frá tí degi, tey tekna tryggingina. Harumframt er tað eisini ein treyt, at minkingin í virkseminum stavar frá avleiðingum av átøkunum at basa spjaðing av COVID-19-smittuni. Er orsøkin til minkingina í virkseminum ein onnur enn henda, hevur tann sjálvstøðugi vinnurekandi ikki rætt til stuðul eftir hesi skipan.
Stuðulin er í mesta lagi 20.000 kr. Tað vil siga, at verður virksemið skert 100%, verður stuðulin um 20.000 kr. um mánaðin. Verður virksemið skert 25%, verður stuðulin um 5.000 kr. um mánaðin.
Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um umsókn, hvørjar upplýsingar ALS skal hava, útgjaldstíðarskeið, freistir o.a.
Á heimasíðuni hjá ALS finnur tú serstaka kunning um støðuna hjá tær, sum er stjálvstøðug/-ur vinnurekandi. Les meira her.
Fevnd av hesi skipan eru tey, sum reka vinnuvirksemið í einum einstaklingavirki ella einum íognarfelag. Eisini onnur, sum reka vinnu og sum eru skrásett í Vinnuskránni hjá TAKS og hava eitt v-tal kunnu koma í skipanina sum sjálvstøðug vinnurekandi.
Hevur tú sum vinnurekandi einki v-tal, so ber til at venda sær til TAKS og skráseta teg í Vinnuskránni og fáa eitt v-tal frá TAKS. TAKS ger eina ítøkiliga meting av, um tú lýkur treytirnar fyri at fáa eitt v-tal. Lýkur tú ikki treytirnar, fært tú ikki eitt v-tal.
Legg til merkis, at eitt v-tal er í sjálvum sær ikki ein treyt fyri at vera mettur sum sjálvstøðugur vinnurekandi, tí v-tal fært tú bara, um virksemið hjá tær er MVG-skyldugt ella um tú skalt flyta løn. Tónleikarar t.d skulu bara rinda mvg, um teir sjálvir skipa fyri ella standa fyri virksemi, t.d. eini konsert. Eitt nú hýruvognkoyring er heldur ikki mvg-skyldugt virksemi.
Í teimum førum, tá persónur hevur sjálvstøðugt vinnurvirksemi, men einki v-tal, so ger ALS eina ítøkiliga meting av, hvørt tú lýkur treytirnar til at vera at meta sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Metir ALS, at tú lýkur treytirnar, so hevur tú rætt til at tekna trygging sum sjálvstøðugur vinnurekandi og senda ALS umsókn um stuðul við virknaði frá fyrsta degi.
Eisini persónar, sum reka sjálvstøðugt vinnuvirksemi í einum íverksetarafelag eru fevnd av serligu Korona-skipanini.
Persónar, sum arbeiða hjá einum partafelag ella smápartafelag eru at meta sum vanlig starvsfólk og koma undir skipanina sum starvsfólk. Hetta er eisini galdandi, um persónur er stjóri í felagnum og/ella um persónur eigur part av ella allan parta- ella smápartapeningin í felagnum.
Í førum, har persónur er stjóri í einum partafelag ella smápartafelag – sum viðkomandi møguliga eigur sjálvur – skal viðkomandi sum arbeiðsgevara tekna seg sjálvan sum starvsfólk til serligu korona-skipanina.
Tú skalt hava teknað eina trygging áðrenn, skipanin verður galdandi fyri teg. Skipanin er galdandi frá tí degi, tú teknar tryggingina. Tryggingin kostar 3.000 kr um árið.
Tú teknar tryggingina á vanligan hátt, við at útfylla umsóknarblað, sum tú finnur á heimasíðuni hjá ALS.
Starvsfólk, sum fara niður í tíð
Starvsfólk, ið eru sett heilt ella lutvíst niður í tíð av arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, tí virksemið er minkað, kunnu fáa útgjald úr ALS. Starvsfólkini verða ikki søgd úr starvi og varðveita harvið tilknýtið til fyritøkuna. Tað er tí lættari at byrja aftur, tá støðan aftur verður vanlig.
Starvsfólk hjá partafeløgum og smápartafeløgum har landið eigur part ella allan partapeningin, eru eisini fevnd av hesi skipanini. Starvsfólk hjá landi og kommunum eru ikki fevnd av skipanini og hava tí ikki rætt til útgjald sambært hesi skipan.
Lønarískoytið er í mesta lagi 20.000 kr. Verður arbeiðið skert 100%, verður lønarískoytið um 20.000 kr. um mánaðin. Verður arbeiðið skert 25%, verður lønarískoytið um 5.000 kr. um mánaðin.
Eisini er ein líknandi skipan gjørd fyri sjálvstøðug vinnurekandi.
Báðar skipanirnar fáa gildi við afturvirkandi kraft frá 12. mars 2020 og fara úr gildi aftur 30. juni 2020.
ALS hevur eisini serstaka heimasíðu viðvíkjandi coronaskipanini. Her finnur tú serstaka kunning og umsóknarbløð.
Øll starvsfólk, sum lúka hesar treytir, eru fevnd av skipanini við lønarískoyti:
Treytirnar fyri at starvsfólk hevur rætt til lønarískoyti sambært serligu korona-skipanini eru:
- at starvsfólkið er í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum
- at starvsfólkið framvegis er i starvi hjá hesum arbeiðsgevaranum. Tað merkir, at starvsfólkið ikki er sagt úr starvi
- at arbeiðsgevari hevur sent starvsfólkið heim – fult ella partvíst
- at orsøkin til, at starvsfólkið er sent heim, er avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðingini av COVID-19, og av hesi orsøk ikki kann uppfylla sína starvsskyldu fult ella partvíst
- at starvsfólkið ikki er sjúkrameldað.
- at starvsfólkið ikki er sett ella mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19
- at starvsfólkið hevur fylt 16 ár men ikki 67 ár
- at starvsfólkið hevur bústað í Føroyum
Øll starvsfólk hjá føroyskum privatum arbeiðsgevara, sum lúka treytirnar fyri útgjaldi, eru fevnd av skipanini, bæði føroyingar og útlendingar.
Um starvsfólkið verður sagt úr starvi, eru tað vanligu reglurnar í ALS-skipanini, sum eru galdandi.
Ja, um tú teknar eina trygging, verður skipanin eisini galdandi fyri teg frá tí degi, tú teknar tryggingina. Tryggingin kostar 3.000 kr um árið.
Stuðulin er 115,38 kr um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Stuðulin verður veittur í sama lutfalli, sum virksemið minkar. Tú kanst venda tær til ALS um hetta.
Tú teknar tryggingina á vanligan hátt, við at útfylla umsóknarblað, sum tú finnur á heimasíðuni hjá ALS.
Ja, skipanin fevnir bæði um tey, sum starvast á landi og á sjónum.
Starvsfólkið fær lønarískoyti á 115,38 kr/tíman, í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Hetta svarar til í mesta lagi 20 tús. kr. um mánaðin í miðal.
Dømi 1: Starvsfólkið hevur áðrenn COVID-19 arbeitt fulla tíð og forvunnið 30.000 kr. um mánaðin.
- Heimsent uttan løn:
- Endurgjaldið úr ALS: í miðal 20.000 kr. um mánaðin.
- Løn frá arbeiðsgevara: 0 kr.
- Sett niður í hálva tíð:
- Endurgjaldið úr ALS: í miðal 10.000 kr um mánaðin (½ x 20.000)
- Løn frá arbeiðsgevara: 15.000 kr. um mánaðin (½ x 30.000)
- Tilsamans 25.000 kr.
Dømi 2: Tímalønt starvsfólk, sum hevur arbeitt 30 tímar um vikuna.
- Verður heimsent uttan løn:
- Endurgjaldið úr ALS: 3.461,40 kr/vikuna (30 tímar x 115,38 kr/t)
- Verður sett niður í tíð, so tað arbeiðir 8 tímar um vikuna:
- Vikuliga endurgjaldið úr ALS: 2.538,36 kr/vikuna (30-8 tímar = 22 tímar x 115,38 kr/t).
- Harumframt 8 x tímaløn frá arbeiðsgevara
Lønarískoytið er í mesta lagi í miðal 20.000 krónur um mánaðin. Útgoldna upphæddin kann skifta alt eftir, hvussu nógvir dagar eru í einum mánað.
Lønarískoytið verður goldið í lutfalli til, hvussu nógv ein arbeiðir niðursetta tíð.
Dømi 1:
Hevur tú verið í fulltíðarstarvi og verður send til hús og als ikki arbeiðir nú, so fært tú fult útgjald frá ALS, sum er í miðal 20.000 krónur um mánaðin.
Dømi 2:
Hevur tú verið í fulltíðarstarvi og verður sendur til hús, men arbeiðir hálva tíð, so fært tú helvtina av vanligu lønini frá arbeiðsgevaranum hjá tær og helvtina av lønarískoytinum frá ALS.
Tað vil siga, at hevði tú eina inntøku á 30 tús. krónur um mánaðin, meðan tú arbeiddi fulla tíð, so fært tú:
- 30.000 x 0,5 = 15.000 krónur frá arbeiðsgevaranum
- 20.000 x 0,5 = 10.000 krónur í lønarískoyti frá ALS
- Tilsamans 25.000 krónur um mánaðin.
Dømi 3:
Hevur tú verið í fulltíðarstarvi og verður sendur til hús, men arbeiðir 25% av fullari tíð, so fært tú fjórðingin av vanligu lønini frá arbeiðsgevaranum hjá tær, og 75% av lønarískoytinum frá ALS.
Tað vil siga, at hevði tú eina inntøku á 30 tús. krónur um mánaðin, meðan tú arbeiddi fulla tíð, so fært tú:
- 30.000 x 0,25 = 7.500 krónur frá arbeiðsgevaranum
- 20.000 x 0,75 = 15.000 krónur í lønarískoyti frá ALS
- Tilsamans 22.500 krónur um mánaðin.
Dømi 4:
Hevur tú verið í starvi hálva tíð og verður sendur til hús, men arbeiðir nú helvtina av tíðini, tú arbeiddi áðrenn, tú varð sendur til hús (altso 25% av fullari tíð), so fært tú helvtina av vanligu lønini frá arbeiðsgevaranum hjá tær og 25% av lønarískoytinum frá ALS.
Tað vil siga, at hevði tú eina inntøku á 20 tús. krónur um mánaðin, meðan tú arbeiddi hálva tíð, so fært tú:
- 20.000 x 0, 5 = 10.000 krónur frá arbeiðsgevaranum
- 20.000 x 0,25 = 5.000 krónur í lønarískoyti frá ALS
- Tilsamans 15.000 krónur um mánaðin.
Rætt til løn undir sjúku
Dagpengalógin verður víðkað til eisini at fevna um løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi, ið eru sett í sóttarhald, ella tilmæld av heilsumyndugleikunum at fara í sóttarhald. Rindað verður ikki fyri starvsfólk, ið kunnu arbeiða heimanífrá.
Ein afturrindanarskipan er eisini gjørd fyri privatar arbeiðsgevarar, sum gjalda løn undir sjúku. Tað vil siga, at arbeiðsgevarar fáa afturgoldið hesa lønarútreiðsluna, tó í mesta lagi við upphæddini, ið svarar til sjúkradagpening. Treytin er, at løntakari hevur fastan bústað og er fult skattskyldug í Føroyum.
Sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki hava teknað trygging sambært dagpengalógini, hava rætt til dagpening dagin eftir, at tey tekna trygging sambært dagpengalógini.
Somuleiðis rindar landskassin fyri 1. og 2. fráverudag hjá teimum, sum eru fevnd av verandi reglum í sjúkradagpeningalógini. Arbeiðsgevarar rinda annars altíð fyri 1. og 2. fráverudag í sambandi við sjúku, men við hjálparpakkanum verður tað soleiðis, at landskassin rindar frá fyrsta fráverudegi í sambandi við coronasjúkuna.
Lógin hevur virknað frá 12. mars 2020 og fer úr gildi 30. juni 2020. Vikuliga upphæddin, sum í mesta lagi kann verða útgoldin, er kr. 4.739.
Tað er Almannaverkið, sum varðar av og rindar dagpening. Arbeiðstakarin skal brúka sama oyðublað sum í dag, og skriva í viðmerkingarteigin, at talan er um corona. Meira kunning sjúkradagpening, treytir, útgjald og oyðubløð finnur tú her.
Dagpengalógin fevnir um persónar, sum eru staðfestir sjúkir, og nú eisini um persónar, sum eru í sóttarhaldi eftir boðum ella tilmæli frá heilsumyndugleikunum.
Tí er talan um at heimsenda, um fyritøkan má seta herd tiltøk í verk fyri at tryggja framleiðslu og starvsfólk, sum avleiðing av COVID-19. Starvsfólk kunnu tá fáa útgjald úr ALS.
Arbeiðsgevari váttar á umsóknarblaði, at starvsfólk hevur boðað arbeiðsgevaranum frá, at tað av heilsumyndugleikunum er sett í sóttarhald ella av heilsumyndugleikanum er mælt til at fara í sóttarhald.
Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
Arbeiðsgevarin skal senda eina umsókn um afturrindan til Almannaverkið í seinasta lagi 90. dagin eftir 1. fráverudag.
Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
Styrkja gjaldførið hjá fyritøkum
Fyri at styrkja gjaldførið hjá fyritøkum, verður innlating og rindan av MVG fyri 1. ársfjórðing útsett til 15. november 2020. Gjaldførið hjá vinnuni verður við hesum styrkt við 400 mió. kr. komandi mánaðirnar.
Um tú eigur MVG til góðar, kann hetta verða útgoldið sum vanligt, í tráð við reglurnar í kap. 9 í MVG-lógini.
Veðhald frá Vækstfonden
Umframt hjálparátøkini omanfyri, hevur danski Vækstfonden víðkað virksemi sítt til eisini at veita veðhald til fyritøkur, ið verða hart raktar av COVID-19 tiltøkunum.
Hetta tilboðið verður eisini galdandi fyri føroyskar fyritøkur. Ein skipan er sett í verk fyri stórar fyritøkur, og ein skipan verður væntandi heilt skjótt sett í verk fyri lítlar og miðalstórar fyritøkur.
Les meira um hetta á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.