Hjálparpakki 2 til fólk og fyritøkur

Høvuðsátøkini í hjálparpakka 2 eru, at fyritøkur kunnu fáa fíggjarliga hjálp til rakstur, ein FAS-skipan verður stovnað fyri flogfeløg, ein serskipan verður stovnað fyri arbeiðandi fólkapensjónistar, og tollkredittur fyri innflutning verður útsettur.

Endurgjaldsskipanin til fyritøkur inniber í høvuðsheitum, at endurgjald verður rindað fyritøkum, ið hava stórt fíggjarligt tapt, orsakað av teimum tiltøkum, ið eru sett í verk fyri at tálma coronasmittuni.

Í summum vinnugreinum er eftirspurningurin minkaður burtur í einki. Inntøkurnar hjá fyritøkunum er meira ella minni burtur, samstundis sum fastar útreiðslur skulu rindast, og tað kann í ringasta føri elva til, at nógvar fyritøkur fara á húsagang.

Endurgjaldsskipanin fevnir um allar føroyskar fyritøkur, sum í tíðarskeiðnum 31. mars til 30. juni 2020 hava í minsta lagi 50 prosent afturgongd í søluni sammett við sama tíðarskeið í fjør. Fiskiskapur, aling, fiskavirkir o.l. eru ikki fevnd av skipanini.

Treytir fyri at fáa endurgjald eru m.a., at fyritøkurnar skulu ikki rinda út vinningsbýti næstu trý árini, og at samsýning til stjóra og leiðslulimir ikki er meira enn 600.000 kr. í ár.

Les meira um treytir o.a. í endurgjaldsskipanini her. Skipanin verður í gildi frá 1. apríl 2020 til 30. juni 2020.

Eisini verður ein FAS-skipan fyri flogfeløg stovnað. Flogvinnan er undir stórum trýsti, og tað er neyðugt at tryggja føroyskari flogvinnu kappingarførar karmar, tá ið hon aftur fer at taka dik á seg.

Hetta er næsti hjálparpakkin í røðini. Hjálparpakki 1 varð einmælt samtyktur í løgtinginum tann 18. mars, og hann innibar endurrindan av løn undir sjúku, ískoyti til niðursetta arbeiðstíð, tiltøk at betra um likviditetin hjá fyritøkum, og garantiskipan fyri rakstrarfígging til fyritøkur. Les meira um hjálparpakka 1 her.

HJÁLPARPAKKI 2

  1. Fyritøkur fáa stuðul: Endurgjaldsskipan rindar ein part av føstu útreiðslunum hjá fyritøkum, sum hava mist ein stóran part av sínari inntøku. Skipanin fevnir um fyritøkur, ið hava mist í minsta lagi 50 prosent av umsetninginum. Fiskiskapur, aling, fiskavirkir o.l. eru ikki fevnd av skipanini. Rindað verður fyri 75 prosent av skjalfestum føstum útreiðslum sum húsaleiga, el, hiti, fjarskifti, rentur og trygging. Útgjaldið fyri hvørja fyritøku er í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin.
  2. FAS-skipan fyri flogfeløg: Føroysk flogfeløg fáa endurgoldið 35 prosent av skattinum hjá flogfólki. Hetta fer at gera føroyska flogvinnu meira kappingføra við flogvinnuna í øðrum lágskattalondum, tá ið flúgvingin fer at taka dik á seg aftur eftir koronakreppuna.
  3. Arbeiðandi fólkapensjónistar fáa ískoyti: Fólkapensjónistar, sum fáa staðfest coronasmittuna og verða settir í sóttarhald, ella sum heilsumyndugleikarnir mæla til fara í sóttarhald, fáa eisini dagpening vegna sjúku.
  4. Ítróttafólk verða partur av ALS-skipanini: Ymsar nágreiningar og tillagingar eru gjørdar í ALS-lógini. Ein broyting er, at ítróttafólk verða fevnd av stuðulsskipanini.
  5. Tollkreditturin verður útsettur: Gjaldsfreistin at rinda tollkreditt verður longd við 90 døgum.
Hvørjar eru treytirnar fyri at fáa endurgjald?

Treytirnar fyri endugjald eru, at:

  • Fyritøkan skal ikki rinda út vinningsbýti fyri inntøkuárini 2020, 2021 og 2022
  • Samsýning o.a. til stjóran skal í 2020 ikki vera meira enn 600.000 kr., íroknað møgulig gjøld frá ALS og dagpeningaskipanini.
  • Fyri sjálvstøðug vinnurekandi skal skattliga yvirskotið ikki verða størri enn 600.000 kr í roknskaparárinum 2020, íorknað møgulig gjøld frá ALS og dagpeningaskipanini.
  • Fyritøka, sum fær endurgjald, rindar endurgjaldið aftur heilt ella partvís, um fyritøkan hevur yvirskot í roknskaparárinum 2020. Fyri sjálvstøðug vinnurekandi er hetta galdandi, um yvirskotið verður størri enn 600.000 kr., íroknað møguligt gjald frá ALS og dagpeningaskipanini.
Hvar søki eg um endurgjald?

Tá skipanin verður sett í verk, er ætlanin at TAKS skal umsita hana. Tað ber enn ikki til at søkja um stuðul til fastar útreiðslur. Fráboðað verður, tá hetta er gjørligt.

Eg havi eina nýstovnaða fyritøku. Havi eg rætt til stuðul, og hvussu geri eg søluna upp?

Um fyritøkan er stovnað eftir 1. januar 2019 men áðrenn 12. mars 2020 og ikki ella bert í avmarkaðan mun hevur haft haft nakra inntøku í april-juni i 2019, kann fyritøkan tó framvegis hava rætt til stuðul. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um skjalprógv fyri mista sølu ella væntaða sølu fyri slíkar nýstovnaðar fyritøkur. Kunngerðin er enn ikki lýst.

Nær eru freistirnar til at rinda tollkredit?

 Tollur og avgjøld, ið skuldu verða goldin 28. apríl, 28. mai og 28. juni 2020, verða í staðin goldin 28. juli, 28. august og 28. september 2020.

Freistin fyri at lata inn MVG-uppgerð og fyri at avrokna MVG fyri fyrsta ársfjórðing er útsett frá 10. mai til 15. november 2020.