Handlar og smittufyribirging

Tað er sera týdningarmikið, at vit vísa stóran ans, tá vit eru støð, har fleiri fólk savnast. Eitt nú í handlum. Í eini roynd at hjálpa handlum og handilseigarum at taka ábyrgd og forða smittubreiðslu hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið skrivað hesi tilmæli:

  1. Ger tað møguligt hjá viðskiftafólki at spritta hendur, tá tey koma inn í handilin.
  2. Spritta handtøk á kurvum og vognum regluliga.
  3. Spritta handtøk á hurðum, um handilin ikki hevur sjálvvirkandi hurðar.
  4. Avmarka talið av fólki í handlinum, soleiðis at tað er møguligt at halda almennu tilmælini um, at ikki fleiri enn 10 fólk savnast og at fólk halda eina frástøðu á 2 metrar.
  5. Avmarka í størstan møguligan mun beinleiðis samskifti millum starvsfólk og kundar.
  6. Set strikur í gólvið framman fyri kassan við einum millumrúmi á 2 metrar, soleiðis at fólk í bíðirøð betri kunnu fylgja tilmælinum um at halda eina frástøðu á 2 metrar. Lat bert eitt viðskiftafólk leggja vøru á kassabandið í senn, soleiðis at fólk ikki standa tætt framman fyri kassan.
  7. Starvsfólkið við kassan eigur at nýta einnýtishandskar fyri at verja seg móti smittu frá vørum. Starvsfólkið eigur at skifta handskarnar, tá tað fer frá kassanum. Starvsfólkið eigur eisini at hava møguleika fyri at spritta hendurnar, tá hetta er neyðugt.
  8. Um tað ber til, verður tilmælt at ein glas-/plastveggur verður settur upp framman fyri starvsfólkið, sum situr við kassan. Hetta fyri at verja móti kundum, ið kanska njósa ella hosta.
  9. Um tað ber til, verður tilmælt at flyta gjaldsterminalin soleiðis, at hann ikki er beint framman fyri starvsfólkið.  
  10. Ger tað møguligt hjá kundum at spritta hendur, tá tey fara úr handlinum og hava nortið við innkeypskurvar og vognar.

Sí plakat frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinunum her

Kunning til starvsfólk í handlum - brúka einnýtishandskar við skili

Í samband við, at tað verður mælt eitt nú starvsfólkum í handlum til at brúka einnýtishandskar, hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan mint á týdningin av at brúka einnýtisshandskar við skili. Verða einnýtishandskar eitt nú ikki skiftir ofta, kunnu teir viðvirka til smittubreiðslu heldur enn at forða fyri smittubreiðslu. Tí er tað týdningarmikið, at verða ansin í samband við nýtslu av einnýtishandskum:

  • Einnýtishandskar kann ikki setast í staðin fyri at vaska hendurnar
  • Einnýtishandskar kunnu, um teir ikki verða nýttir rætt, geva ein falskan tryggleika
  • Ein kann framvegis spjaða bakteriur og virus, um ein er í handskum
  • Ein merkir ikki, tá hendurnar verða dálkaðar
  • Bakteriur nørast væl um umhvørvið í handskunum er vátligt

Tilmæli – handilsstarvsfólk:

  • Starvsfólk skulu fyrst og fremst altíð hava eitt gott handreinføri
  • Starvsfólk skulu nýta einnýtishandskar, tá tey handfara óinnpakkaðar vørur
  • Starvsfólk við kassan skulu skifta einnýtishandskar títt – og fylgja mannagongdini her

Røtt mannagongd

  • Hendurnar skulu vera reinar og turrar áðrenn farið verður í handskar
  • Handskarnir skulu skiftast títt: í øllum teimum støðum, har ein vanliga hevði vaskað sær um hendurnar
  • Tá handskar ikki verða nýttir meir ella skiftir, skulu hendurnar vaskast (Gevið gætur: er tað ikki gjørligt at vaska hendurnar við vatni og sápu, kann spritt nýtast)

Corona smittar við dropum í luftini og andaleiðini. Tað kann tí vera ein vandi fyri, at tú flytur virusið frá vøru til andlitið (nøs, munn og eygu), og soleiðis smittar tína andaleið.