Forskúlar og fólkaskúlar
Forskúlar og 1. til 3. flokkur hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020.
Talan er um sjálvbodna – og ikki kravda – skúlagongd. Tað verður skipað undirvísing, men tað verður ikki møtiskylda, og sostatt kunnu foreldur, sum ynskja og hava møguleika til tað, hava børnini heima.
Frítíðarskúlarnir lata eisini upp mánadagin 20. apríl 2020.
4. til 10. flokkur hava framhaldandi skúlagongd heima við hús. Hvørki 9. ella 10. flokkur skulu til endaligar próvtøkur í summar.
Vegleiðing fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðartilboðum
Síðani mánadagin 16. mars 2020 hava allir almennir stovnar so sum dagstovnar, dagrøktir, skúlar o.a. verið stongdir til tess at avmarka smittubreiðslu í tí føroyska samfelagnum (undantikið nakrir stovnar/skúlar, sum hava verið opnir í sambandi við neyðansing).
Skúlar fara frá 20. apríl 2020 varliga at lata upp aftur, við teirri fortreyt, at fleiri strong verjutiltøk verða fylgd. Til tess at avmarka smittu í sambandi við eina varliga upplating av skúlunum, kunnu ein røð av tiltøkum verða sett í verk.
Tað, sum riggar best, er, at øll fólk, sum hava sína gongd í skúlum, vaska hendurnar væl og virðiliga við vatni og sápu fleiri ferðir um dagin og møguliga nýta handspritt aftaná eisini.
Harumframt ávirkar annar persónligur atburður eisini smittuvandan. Endamálið við hesari vegleiðingini er gera greitt, hvørji tiltøk kunnu setast í verk á stovnunum.
Eru ivamál um innihaldið í vegleiðingini, ber til at seta seg í samband við Coronaráðgevingina á telefon 304040 (coronalinjan) ella á telduposti corona@arb.fo.
Les alla vegleiðingina her.
Soleiðis fara vit aftur í skúla
Stuttfilmur til børn, sum skulu byrja aftur í skúla.