Ferðaleiðbeining

Coronavirusið (Covid-19) ger, at vit mugu vera serliga varin í sambandi við ferðing.

Mælt verður frá at ferðast til Danmarkar, og ert tú komin úr Danmark 12. mars ella seinni, mæla heilsumyndugleikarnir til, at tú fert í heimauppihald í 14 dagar, tú kanst lesa meira um heimauppihald her. Harumframt verður mælt til at fylgja ferðaleiðbeiningunum hjá danska uttanríkisráðnum fyri restina av heiminum. Tær eru:

Vit mæla frá at ferðast til:

  • Kina: Landsluturin Hubei
  • Italia: Landslutirnir Piemonte, Lombardia, Emilia-Romagna, Aostadalurin, Veneto og Marche
  • Iran
  • Suðurkorea: Býurin Daegu og landsluturin Gyeongbuk
  • Eysturríki: Landsluturin Tyrol

Hevur tú verið í einum av støðunum, sum eru nevnd omanfyri, eftir 2. mars, eigur tú at fara í sóttarhald í 14 dagar.

 

Vit mæla frá allari óneyðugari ferðing til:

  • Ferðing um allan heim

 

Gevið gætur, at øll, sum koma til landið nýliga, eiga at halda seg heima í 14 dagar. Les meira um tað her.

Ert tú stødd ella staddur uttanlands, mæla vit til, at tú skrivar teg á listan hjá danska uttanríkisráðnum. Tað kanst tú gera her

Av tí at ferðavegleiðingarnar javnan broytast, er umráðandi at kunna seg á heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum.