Dagstovnaøkið

Dagstovnaøkið letur upp mánadagin 20. apríl 2020. Til og við 20. apríl verður arbeitt við at fyrireika, hvussu økið skal latast upp.

Tey foreldur, sum ynskja og hava møguleika til tað, eru vælkomin til at hava børnini heima.

Til og við 20. apríl er serskipanin enn galdandi. Serskipanin er fyri tey børn, hvørs foreldur røkja samfelagsligar kjarnuuppgávur. Tað snýr seg um foreldur, sum arbeiða innan til dømis heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna og tilbúgvingina og innan flutning, haldilsvinnuna, útflutningsvinnuna og aðrar avgerðandi samfelagsveitingar. Dagstovnar og frítíðarskúlar taka móti børnum upp til 3. flokk, tá ið foreldur ongan annan møguleika hava fyri ansing. Skúlagongd verður eisini fyri næmingum í forskúla og í 1.-3. flokki, hvørs foreldur starvast innan nevndu kjarnuøki og eingin ansing er møgulig.

Um foreldur hava spurningar hesum viðvíkjandi, ber til at seta seg í samband við viðkomandi stovn ella kommununa.

Góð ráð til foreldur at børnum, sum byrja aftur á stovni

Coronaráðgevingin hevur latið gera eina vegleiðing til foreldur at børnum, sum hava børn á stovni. Fylgir tú ráðunum, kanst tú vera við til at minka um smittuvandan. 

  • Tá ið tað ber til, skalt tú ikki fara inn í bygningin á stovninum, men siga farvæl við barnið í garðinum uttan fyri dyrnar. 
  • Tá ið tú koyrir barnið á stovn ella heintar tað aftur, skalt tú royna at halda frástøðu á tveir metrar. Foreldur og børn eiga ikki at savnast saman í størri bólkum.
  • Syrg fyri, at barnið vaskar hendur, beint áðrenn tit fara heimanífrá, og at tað vaskar hendur, so skjótt sum tit koma heimaftur.
  • Lær barnið hjá tær at vaska hendurnar væl og virðiliga og tosa við barnið um, hvussu ein fylgir teimum yvirskipaðu reglunum um reinføri og frástøðu, har tað ber til.
  • Syrg fyri, at barnið hevur góð klæði við, soleiðis at tað kann vera uttandura. Minst til sólkrem, tá ið veðrið er gott.
  • Tak ikki leikur við heimanífrá.
  • Barnið hjá tær skal ikki geva øðrum mat burturav. Gev eitt nú ikki barninum mat, sum tað skal býta út í sambandi við føðingardagar o.tíl.
  • Fylg tilmælunum viðvíkjandi avtalum um at spæla saman í frítíðini. Ger avtalur við tey somu fáu børnini, sum hoyra til bólkin hjá barninum á stovninum.
  • Fylg væl við sjúkueyðkennum hjá barninum – um barnið bara hevur eitt lítið tekin um sjúku, skalt tú hava tað heima og ringja til kommunulæknan.
  • Kennir tú teg sjúkan, skalt tú halda teg heima og ikki koyra barnið á stovn ella heinta tað.
  • Gerst barnið sjúkt, tá ið tað er á stovni, skalt tú heinta tað alt fyri eitt og ringja til kommunulæknan.

Vegleiðing fyri upplating av dagstovnunum

Dagstovnar fara frá 20. apríl 2020 varliga at lata upp aftur við teirri fortreyt, at fleiri strong verjutiltøk verða fylgd. Til tess at avmarka smittu í sambandi við eina varliga upplating av dagstovnum v.m., kunnu ein røð av tiltøkum verða sett í verk.

Tað, sum riggar best er, at øll fólk, sum hava sína gongd í dagstovnum, vaska hendurnar væl og virðiliga við vatni og sápu fleiri ferðir um dagin, møguliga við nýtslu av handspritti aftaná eisini.

Harumframt hevur tað týdning, at starvsfólk og børn eisini fylgja almennu tilráðingunum í frítíðini. Endamálið við hesari vegleiðingini er gera greitt, hvørji tiltøk kunnu setast í verk á stovnunum.

Eru ivamál um innihaldið í vegleiðingini, ber til at seta seg í samband við Coronaráðgevingina á telefon 304040 (coronalinjan) ella á telduposti corona@arb.fo.

Les vegleiðingina frá Coronaráðgevingini her

Nú fara vit aftur í barnagarð

Stuttfilmur til børn, sum skulu byrja í barnigarði aftur