Arbeiði og løn

Tann 8. apríl boðaði Landsstýrið frá, at stig skulu takast fyri at spakuliga og varisliga lata Føroyar upp aftur. Hetta ávirkar arbeiðspláss, sum spakuliga skulu í gongd aftur. 

Almennu tænasturnar skulu virka. Tey, sum kunnu arbeiða heima, skulu framhaldandi gera tað. Tað almenna skal í størri mun royna at fáa virksemið at virka so væl sum gjørligt innan fyri generellu tilmælini um smittuforðing.

Partur av virkseminum hjá tí privata fer at økjast næstu tíðina, og tá er týdningarmikið, at almennu tilmælini framhaldandi verða fylgd. Les meira um tað her

Arbeiðsferðir til útlond eiga framhaldandi at verða avmarkaðar. Fundarvirksemi eigur at verða avmarkað, og mælt verður til at brúka telefon, Skype o.a. til fundir.

Ein nýggj coronaráðgeving við fleiri fakfólkum er sett á stovn. Coronaráðgevingin fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittubreiðslu. Fyri at seta teg í samband við ráðgevingina, kanst  tú senda ein teldupost til corona@arb.fo. Ella tú kanst ringja til Coronalinjuna, sum setir teg í samband við ráðgevingina. Corolinjan hevur telefonnummar 30 40 40, og tú kanst ringja gerandisdagar kl. 10-15.