Corona í Føroyum
Føroysku myndugleikarnir hava á hesari síðuni savnað saman upplýsingar viðvíkjandi coronasmittuni/covid-19. Vanta upplýsingar, ella finnur tú ikki tað, sum tú leitar eftir, kanst tú seta teg í samband við coronalinjuna mánadag-hósdag kl. 10-15.

Kunning

28. mai
Framvegis eingin nýggjur smittutilburður
Tað er framvegis ongin nýggjur smittutilburður staðfestur í Føroyum, og í løtuni er ongin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta by…
Les meira
27. mai
Framvegis ongin nýggjur tilburður
Í løtuni er ongin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 9.386 kanningar.  Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu ka…
Les meira
27. mai
Telefontíðir­nar hjá Coronalinjuni broyttar
Frá hesari vikuni at rokna eru telefontíðirnar hjá Coronalinjuni broyttar. Ítøkiliga merkir tað, at Coronalinjan er stongd fríggjadagar. Eingin broyti…
Les meira
Vís fleiri

Ofta settir spurningar

Kann eg vitja familju á sjúkrahúsinum?
Nú samfelagið fer upp í ferð, ber aftur til at vitja á sjúkrahúsunum í vanligu vitjanartíðunum. Tað er framvegis neyðugt at halda tilmælini um reinføri og frástøðu.
Havi eg covid-19?
Coronavirus kann hava við sær fepur, hosta og trupulleikar í andaleiðini. Sjúkueyðkennini kunnu vísa seg upp til 14 dagar eftir smittu. Tað er umráðandi, at tú ringir og ikki møtir upp hjá lækna, tí at smittuvandin er sera stórur.
Hvussu verji eg meg fyri corona-smittuni?
Vaska tær væl og ofta um hendurnar og nýt handspritt. Avmarka kropsligt samband, sum lógvatak, kinnkoss og klemm. Hosta ella njós í ermuna og ikki í hendurnar. Halt frástøðu í støðum, har nógv fólk eru savnað.
Vís spurningar og svar

Støðan í Føroyum

Seinast dagført 28. mai kl. 12:41
187
staðfest smittu
187
frísk
0
í sóttarhaldi
9466
kannað fyri smittu
0
innløgd
0
deyð
Vís fleiri
Tilmæli
Mælt verður framhaldandi til, at halda frástøðu á tveir metrar, har smittuvandin er størri.
Mælt verður til, at fólk halda hóskandi frástøðu (1 metur), tá ferðast verður í almenna rúminum.
Mælt verður til, at fólk ikki ferðast í onnur lond, uttan at tað er hægst neyðugt.
Heitt verður á útlendsk ferðafólk um ikki at koma til Føroyar.
Eldraøkið verður latið upp stigvíst, so at tey eldru kunnu fáa vitjan og ein meira innihaldsríkan gerandisdag.
Dagstovnøkið fer at skipa virksemið soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn.
Eingir festivalar ella størri mentanartiltøk verða hildin áðrenn 30. juni.
Kirkjur og samkomur kunnu fara undir virksemið aftur.
Søvn sum Tjóðsavnið, Listasavnið og bókasøvn kunnu lata upp aftur tann 4. mai undir skipaðum viðurskiftum.
Allir flokkar fara aftur í skúla skjótast tilber.
Frá 18. mai kunnu í mesta lagi 100 fólk savnast - við frástøðu.
Fólk, ið koma til Føroya úr útlandinum, mugu vísa størsta varsemi og halda seg heima í heimauppihaldi í 14 dagar.
Ítróttur kann undir skipaðum umstøðum avgreiðast við áskoðarum.
Almenn starvsfólk skulu í størst møguliga mun møta á arbeiðsplássunum.
Matstovur og kaféir kunnu hava opið undir skipaðum viðurskiftum. Mælt verður til, at øll skeinkistøð lata aftur klokkan 22.