Corona í Føroyum
Føroysku myndugleikarnir hava á hesari síðuni savnað saman upplýsingar viðvíkjandi coronasmittuni/covid-19. Vanta upplýsingar, ella finnur tú ikki tað, sum tú leitar eftir, kanst tú seta teg í samband við coronalinjuna gerandisdagar kl. 10-15.

Kunning

28. apríl
Eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6730 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 40 kanningar…
Les meira
27. apríl
Gjaldast má við SSL-kortum fyri at koyra við Bygdaleiðum frá 1. mai
Strandferðslan boðar frá, at nú ber einans til at rinda við SSL-kortum á øllum Bygdaleiðum.
Les meira
27. apríl
Nýggj kanningarúrslit kunngjørd í morgin
Næstu ferð nýggj kanningarúrslit fyri corona verða almannakunngjørd verður í morgin tann 28.apríl. Hetta kemst av, at so fáar kanningar vórðu gjørdar…
Les meira
Vís fleiri

Ofta settir spurningar

Kann eg vitja familju á sjúkrahúsinum?
Ikki uttan so, at tað er átrokandi neyðugt. Vitjanir á sjúkrahúsunum kunnu einans gerast eftir avtalu við starvsfólkið.
Havi eg covid-19?
Coronavirus kann hava við sær fepur, hosta og trupulleikar í andaleiðini. Sjúkueyðkennini kunnu vísa seg upp til 14 dagar eftir smittu. Tað er umráðandi, at tú ringir og ikki møtir upp hjá lækna, tí at smittuvandin er sera stórur.
Hvussu verji eg meg fyri corona-smittuni?
Vaska tær væl og ofta um hendurnar og nýt handspritt. Avmarka kropsligt samband, sum lógvatak, kinnkoss og klemm. Hosta ella njós í ermuna og ikki í hendurnar. Halt frástøðu í støðum, har nógv fólk eru savnað.
Vís spurningar og svar

Støðan í Føroyum

Seinast dagført 28. apríl kl. 07:25
187
staðfest smittu
181
frísk
46
í sóttarhaldi
6730
kannað fyri smittu
40
bíða eftir úrsliti
0
innløgd
0
deyð
Vís fleiri
Tilmæli
Mælt verður til, at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu.
Mælt verður til at halda hóskandi frástøðu (2 metrar), tá ferðast verður millum onnur fólk.
Mælt verður til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri – tó í mesta lagi 10 fólk.
Mælt verður til, at fólk ikki ferðast í onnur lond, uttan at tað er hægst neyðugt.
Yrkisútbúgvingarnar á Tekniska skúla í Klaksvík og á Glasi hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020.
Fólk, ið koma til Føroya úr útlandinum, mugu vísa størsta varsemi og halda seg heima í heimauppihaldi í 14 dagar.
Tað verða framhaldandi avmarkingar í mun til at vitja sjúkrahús og røktarheim. Nærri boð koma frá heilsumyndugleikunum og kommununum.
Forskúlar og 1. til 3. flokkur hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020.
Ítróttakappingar kunnu byrja aftur leygardagin 9. mai undir skipaðum umstøðum og uttan áskoðarar.
Endaflokkarnir á miðnámsskúlunum fara at hava nakað av undirvísing í skúlanum frá mánadegnum 20. apríl 2020.
Í tann mun tað ber til, skulu starvsfólk hjá tí almenna, sum kunnu arbeiða heima, framhaldandi gera tað.
Mælt verður til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22.