Coronalinjan
30 40 40
Mánadag-hósdag kl. 10 - 15
Corona í Føroyum
Føroysku myndugleikarnir hava á hesari síðuni savnað saman upplýsingar viðvíkjandi coronasmittuni/covid-19. Vanta upplýsingar, ella finnur tú ikki tað, sum tú leitar eftir, kanst tú seta teg í samband við coronalinjuna mánadag-hósdag kl. 10-15.
Koppseting í Føroyum
Seinast dagført 24. februar kl. 09:54
Koppseting fyri Covid-19
Her fært tú meira at vita um koppseting í Føroyum
Tað er ókeypis at koppseta seg, og tað stendur øllum frítt at taka av tilboðnum.
Fyrra prik
4190
tilsamans
7,9%
av fólkatalinum
Seinna prik
2523
tilsamans
4,8%
av fólkatalinum
Koppseting fyri Covid-19
Her fært tú meira at vita um koppseting í Føroyum
Tað er ókeypis at koppseta seg, og tað stendur øllum frítt at taka av tilboðnum.

Ferðandi til Føroyar
Tað hevur eydnast at avmarka COVID-19 í Føroyum, og tað skal halda fram. Fyri øll ferðandi til Føroya er týdningarmikið at halda hesar fyrivarnisreglur.
Tak niður

Koppseting fyri COVID-19
Koppingarevnið fyri COVID-19 verjir okkum ímóti at verða smittað og gerast sjúk av COVID-19.
Tak niður
Kunning
24. februar
Í gjár vórðu 451 fólk koppsett
Í gjár vórðu 451 fólk koppsett. Koppsett var á bústovnum í Suðuroynni og á Landssjúkrahúsinum. 18 fólk fingu fyrstu koppseting og 433 fingu seinnu kop…
Les meira
24. februar
Eingin tilburður staðfestur í gjár
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum
222 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt grein…
Les meira
23. februar
576 fólk koppsett í gjár
Í gjár vórðu 576 fólk koppsett fyri koronu á Suðuroyar sjúkrahúsi, Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi. 572 fólk vórðu endurkoppse…
Les meira
Ofta settir spurningar
Kann eg vitja familju á sjúkrahúsinum?
Opið er aftur fyri vitjandi á sjúkrahúsinum.
Fólk, sum hava verið uttanlands, skulu tó ikki koma á sjúkrahúsi fyrr enn tey hava fingið negativt svar uppá koronukanningina á sætta degi eftir komu til Føroya.
Havi eg covid-19?
Coronavirus kann hava við sær fepur, hosta og trupulleikar í andaleiðini. Sjúkueyðkennini kunnu vísa seg upp til 14 dagar eftir smittu. Lat teg kanna, um tú merkir nakað. Merkir tú tað minsta - ella hevur tú illgruna um smitta - verður heitt á teg um at lata teg kanna skjótast gjørligt.
Hvussu verji eg meg fyri corona-smittuni?
Vaska tær væl og ofta um hendurnar og nýt handspritt. Avmarka kropsligt samband, sum lógvatak, kinnkoss og klemm. Hosta ella njós í ermuna og ikki í hendurnar. Halt frástøðu í støðum, har nógv fólk eru savnað.
Støðan í Føroyum
Seinast dagført 24. februar kl. 11:23
658
staðfest smittu
1
smittað í løtuni
656
frísk
3
í sóttarhaldi
230.174
kanningar
0
innløgd
1
deyð
*Allar kanningar frá 23. februar eru liðugt greinaðar