Coronalinjan
Corona í Føroyum
Føroysku myndugleikarnir hava á hesari síðuni savnað saman upplýsingar viðvíkjandi coronasmittuni/covid-19. Vanta upplýsingar, ella finnur tú ikki tað, sum tú leitar eftir, kanst tú seta teg í samband við coronalinjuna mánadag-hósdag kl. 10-15.
Koppseting fyri COVID-19
Danska heilsustýrið viðmælir koppseting fyri COVID-19, tí koppingarevnið verjir okkum ímóti at verða smittað og gerast sjúk av COVID-19.
Tak niður

Kunning

16. januar
Ein smittutilburður staðfestur í gjár
Ein nýggjur smittutilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.  Viðkomandi fekk staðfest smittuna við komu til Føro…
Les meira
15. januar
Lata upp aftur fyri vitjandi mánadagin
Sjúkrahúsverkið: Seinastu tíðina hava sjúkrahúsini havt afturlatið fyri vitjandi. Hesar avmarkingar fara úr gildi mánadagin 18. januar, tá sjúkrahúsin…
Les meira
15. januar
Ein smittutilburður staðfestur í gjár
Ein nýggjur smittutilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.  Viðkomandi býr í Føroyum, og er eisini smittaður í…
Les meira
Vís fleiri

Ofta settir spurningar

Kann eg vitja familju á sjúkrahúsinum?
Fyri at binda um heilan fingur eru sjúkrahúsini framhaldandi latin aftur fyri vitjandi. Eru serligar umstøður, sum tala fyri, at ein sjúklingur fær vitjan, skal hetta avtalast við deildina. Leiðreglurnar eru fyribils galdandi til 15. januar 2021.
Havi eg covid-19?
Coronavirus kann hava við sær fepur, hosta og trupulleikar í andaleiðini. Sjúkueyðkennini kunnu vísa seg upp til 14 dagar eftir smittu. Lat teg kanna, um tú merkir nakað. Merkir tú tað minsta - ella hevur tú illgruna um smitta - verður heitt á teg um at lata teg kanna skjótast gjørligt.
Hvussu verji eg meg fyri corona-smittuni?
Vaska tær væl og ofta um hendurnar og nýt handspritt. Avmarka kropsligt samband, sum lógvatak, kinnkoss og klemm. Hosta ella njós í ermuna og ikki í hendurnar. Halt frástøðu í støðum, har nógv fólk eru savnað.
Vís spurningar og svar

Støðan í Føroyum

Seinast dagført 16. januar kl. 16:43
649
staðfest smittu
18
smittað í løtuni
630
frísk
66
í sóttarhaldi
214.262
kanningar
1
innløgd
1
deyð
*Allar kanningar frá 15. januar eru liðugt greinaðar
Vís fleiri
Tilmæli
Øll óneyðug ferðing til onnur lond verður frámæld.
Matstovur og skeinkistøð skulu frá fríggjadegnum 8.desember til og 17. januar 2021 lata aftur klokkan 22:00.
Mælt verður til at fólk í størstan mun bara eru saman við teimum nærmastu og teimum, sum tey plaga at vera saman við.
Handilsvinnan eigur at tryggja, at spritt er tøkt, og reingerðin í handlinum er í lagi. Skelting eigur at veða sett upp fyri at hjálpa kundunum at bera seg rætt at. Starvsfólk eiga hava verndarútgerð, um neyðugt. Handlar kunnu lætta um við til dømis at hava munnbind tøk til viðskiftafólk. Og tað er ábyrgdin hjá handilsvinnuni at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin.
Mælt verður til at halda tveir metra frástøðu frá øðrum fólki í almenna rúminum og annars, har hetta ber til.
Tað er skilabest, at bert ein persónur úr húsarhaldinum stendur fyri innkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman. Best er eisini at fara til handils, tá ið fá fólk eru í handlunum. Um nógv fólk eru í handlinum, er best at bera munnbind.
Mælt verður til, at øll størri tiltøk so sum festivalar, ítróttastevnur og aðrar stórar veitslur fyribils verða útsettar ella avlýstar.
Mælt verður til, at allar innandura ítróttakappingar verða hildnar uttan áskoðarar. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar. Venjarar og neyðug hjálparfólk kunnu verða til staðar til kappingarnar.
Mælt verður frá at savnast í óskipaðum bólkum við fleiri enn 20 fólkum.
Mælt verður frá, at skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar skipa fyri størri tiltøkum, har onnur enn tey, sum tey vanliga eru saman við, eru við. Hetta merkir, at tað ikki eigur at verða skipað fyri tiltøkum, har foreldur ella onnur avvarðandi eru við.
Tað eiga ikki at vera fleiri enn 20 fólk savnað til jólaborðhald og annað veitslulag
Ferðandi eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi.
Tað kunnu í mesta lagi savnast 100 fólk, men einans um til ber at halda tveir metra frástøðu millum fólk ella húski.
Øll ferðandi, sum koma til Føroya eiga at fara í heimauppihald til tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag. At vera í heimauppihaldi merkir, at tú eigur ikki at fara til arbeiðis. Tú eigur ikki at fáa vitjan í hesum tíðarskeiðinum. Tú eigur ikki at fara til handils ella ørindi, men tú kanst t.d. fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har tú ikki kemur nær at øðrum fólkum.
Ferðandi eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á 6. degi er negativ.