Corona í Føroyum
Føroysku myndugleikarnir hava á hesari síðuni savnað saman upplýsingar viðvíkjandi coronasmittuni/covid-19. Vanta upplýsingar, ella finnur tú ikki tað, sum tú leitar eftir, kanst tú seta teg í samband við coronalinjuna mánadag-fríggjadag kl. 10-15.

Kunning

06. august
Støðan er sera álvarsom: Metnógvir tilburðir staðfestir
Hóast allar koronakanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, ikki eru endaliga greinaðar, ber longu til at staðfesta, at metnógvir tilburðir verða skrásettir…
Les meira
06. august
Nýggj smidligari kanningar­skipan ávegis á teimum trimum sjúkra­húsunum
Sjúkrahúsverkið arbeiðir í løtuni við nýggjari og smidligari kanningarskipan, sum skal gera tað skjótt og lætt hjá øllum at lata seg kanna á teimum tr…
Les meira
06. august
Lands­sjúkra­húsið letur aftur fyri vanligum vitjanartíðum
Vísandi til núverandi støðuna viðvíkjandi COVID-19 smittu, verður latið aftur fyri vanligum vitjanartíðum á Landssjúkrahúsinum komandi tíðina. Einans…
Les meira
Vís fleiri

Ofta settir spurningar

Kann eg vitja familju á sjúkrahúsinum?
Nú samfelagið fer upp í ferð, ber aftur til at vitja á sjúkrahúsunum. Øll vitjandi skulu ringja og bíleggja sær tíð, áðrenn vitjað verður. Set teg í samband við sjúkrahúsið fyri at avtala tíðspunkt.
Havi eg covid-19?
Coronavirus kann hava við sær fepur, hosta og trupulleikar í andaleiðini. Sjúkueyðkennini kunnu vísa seg upp til 14 dagar eftir smittu. Lat teg kanna, um tú merkir nakað. Heitt verður á øll um at lata seg kanna - eisini tey, sum ikki hava sjúkutekin.
Hvussu verji eg meg fyri corona-smittuni?
Vaska tær væl og ofta um hendurnar og nýt handspritt. Avmarka kropsligt samband, sum lógvatak, kinnkoss og klemm. Hosta ella njós í ermuna og ikki í hendurnar. Halt frástøðu í støðum, har nógv fólk eru savnað.
Vís spurningar og svar

Støðan í Føroyum

Seinast dagført 6. august kl. 17:34
266
staðfest smittu
192
frísk
200+
í sóttarhaldi
43045
kannað fyri smittu
277
bíða eftir úrsliti
1
innløgd
0
deyð
Vís fleiri
Tilmæli
Mælt verður til, at øll skeinkistøð lata aftur kl. 22.
Øll ferðafólk skulu kannast við komu til Føroya. Ferðandi skulu fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið er tøkt. Vanliga er kanningarúrslitið tøkt sama kvøld og í seinasta lagi á middegi dagin eftir.
Mælt verður til, at ferðandi aftur lata seg kanna seks dagar eftir komu til Føroya.
27. juni lótu Føroyar enn meira upp fyri ferðafólkum úr ES-limalondum, londunum í Schengen-samstarvinum og Stóra Bretlandi.
Mælt verður framhaldandi til, at halda frástøðu á tveir metrar, har smittuvandin er størri.
Mælt verður til, at fólk halda hóskandi frástøðu (1-2 metur), tá ferðast verður í almenna rúminum.
Mælt verður til, at øll størri tiltøk so sum festivalar, ítróttastevnur og aðrar stórar veitslur fyribils verða útsettar ella avlýstar.
Tað kunnu framvegis í mesta lagi 100 fólk savnast - við frástøðu.