Corona í Føroyum
Føroysku myndugleikarnir hava á hesari síðuni savnað saman upplýsingar viðvíkjandi coronasmittuni/covid-19. Vanta upplýsingar, ella finnur tú ikki tað, sum tú leitar eftir, kanst tú seta teg í samband við coronalinjuna mánadag-fríggjadag kl. 10-15.

Kunning

19. september
Enn ein nýggjur tilburður staðfestur
Ein nýggjur tilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 114.435 kanningar. Talan er um ein…
Les meira
18. september
Enn ein nýggjur tilburður
Ein nýggjur tilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 113.394 kanningar. Viðkomandi er a…
Les meira
17. september
Ein nýggjur tilburður staðfestur
Ein nýggjur tilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 112.530 kanningar. Talan er um ein…
Les meira
Vís fleiri

Ofta settir spurningar

Kann eg vitja familju á sjúkrahúsinum?
Nú ber aftur til at vitja á sjúkrahúsunum í vanligu vitjanartíðunum. Minst til at hava gott reinføri og at halda frástøðu. Uttanfyri vanligar vitjanartíðir skal avtala gerast við starvsfólk á deildini. Ert tú júst komin til Føroya, skalt tú bíða til tú hevur kanningarúrslitið frá kanningini seks dagar eftir komu.
Havi eg covid-19?
Coronavirus kann hava við sær fepur, hosta og trupulleikar í andaleiðini. Sjúkueyðkennini kunnu vísa seg upp til 14 dagar eftir smittu. Lat teg kanna, um tú merkir nakað. Merkir tú tað minsta - ella hevur tú illgruna um smitta - verður heitt á teg um at lata teg kanna skjótast gjørligt.
Hvussu verji eg meg fyri corona-smittuni?
Vaska tær væl og ofta um hendurnar og nýt handspritt. Avmarka kropsligt samband, sum lógvatak, kinnkoss og klemm. Hosta ella njós í ermuna og ikki í hendurnar. Halt frástøðu í støðum, har nógv fólk eru savnað.
Vís spurningar og svar

Støðan í Føroyum

Seinast dagført 19. september kl. 13:23
431
staðfest smittu
19
smittað í løtuni
412
frísk
59
í sóttarhaldi
114.435
kanningar
0
innløgd
0
deyð
*Allar kanningar frá 18. september greinaðar
Vís fleiri
Tilmæli
Landsstýrið hevur fastlagt í kunngerð, at allar matstovur og skeinkistøð lata aftur kl. 23.
Øll ferðafólk skulu kannast við komu til Føroya. Ferðandi skulu fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið er tøkt. Vanliga er kanningarúrslitið tøkt sama kvøld og í seinasta lagi á middegi dagin eftir.
Mælt verður til, at ferðandi aftur lata seg kanna seks dagar eftir komu til Føroya.
27. juni lótu Føroyar enn meira upp fyri ferðafólkum úr ES-limalondum, londunum í Schengen-samstarvinum og Stóra Bretlandi.
Mælt verður framhaldandi til, at halda frástøðu á tveir metrar, har smittuvandin er størri.
Mælt verður til, at fólk halda hóskandi frástøðu (1-2 metur), tá ferðast verður í almenna rúminum.
Mælt verður til, at øll størri tiltøk so sum festivalar, ítróttastevnur og aðrar stórar veitslur fyribils verða útsettar ella avlýstar.
Tað kunnu framvegis í mesta lagi 100 fólk savnast - við frástøðu.