Coronalinjan
30 40 40
Mánadag-hósdag kl. 10 - 15
Corona í Føroyum
Føroysku myndugleikarnir hava á hesari síðuni savnað saman upplýsingar viðvíkjandi coronasmittuni/covid-19. Vanta upplýsingar, ella finnur tú ikki tað, sum tú leitar eftir, kanst tú seta teg í samband við coronalinjuna mánadag-hósdag kl. 10-15.

Koppseting fyri COVID-19
Danska heilsustýrið viðmælir koppseting fyri COVID-19, tí koppingarevnið verjir okkum ímóti at verða smittað og gerast sjúk av COVID-19.
Tak niður
Kunning
16. januar
Ein smittutilburður staðfestur í gjár
Ein nýggjur smittutilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Viðkomandi fekk staðfest smittuna við komu til Føro…
Les meira
15. januar
Lata upp aftur fyri vitjandi mánadagin
Sjúkrahúsverkið: Seinastu tíðina hava sjúkrahúsini havt afturlatið fyri vitjandi. Hesar avmarkingar fara úr gildi mánadagin 18. januar, tá sjúkrahúsin…
Les meira
15. januar
Ein smittutilburður staðfestur í gjár
Ein nýggjur smittutilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Viðkomandi býr í Føroyum, og er eisini smittaður í…
Les meira
Ofta settir spurningar
Kann eg vitja familju á sjúkrahúsinum?
Fyri at binda um heilan fingur eru sjúkrahúsini framhaldandi latin aftur fyri vitjandi. Eru serligar umstøður, sum tala fyri, at ein sjúklingur fær vitjan, skal hetta avtalast við deildina.
Leiðreglurnar eru fyribils galdandi til 15. januar 2021.
Havi eg covid-19?
Coronavirus kann hava við sær fepur, hosta og trupulleikar í andaleiðini. Sjúkueyðkennini kunnu vísa seg upp til 14 dagar eftir smittu. Lat teg kanna, um tú merkir nakað. Merkir tú tað minsta - ella hevur tú illgruna um smitta - verður heitt á teg um at lata teg kanna skjótast gjørligt.
Hvussu verji eg meg fyri corona-smittuni?
Vaska tær væl og ofta um hendurnar og nýt handspritt. Avmarka kropsligt samband, sum lógvatak, kinnkoss og klemm. Hosta ella njós í ermuna og ikki í hendurnar. Halt frástøðu í støðum, har nógv fólk eru savnað.
Støðan í Føroyum
Seinast dagført 16. januar kl. 16:43
649
staðfest smittu
18
smittað í løtuni
630
frísk
66
í sóttarhaldi
214.262
kanningar
1
innløgd
1
deyð
*Allar kanningar frá 15. januar eru liðugt greinaðar